Klintra

Crew management, tá tíð og compliance hava týdning

Crew Manager er ein trygg og effektiv skipan til manningarplanlegging, førleikayvirlit og compliance. Loysnin hjálpir fyritøkum at planleggja arbeiði, skráseta aktivitetir og prógva, at manningin lýkur krøv frá myndugleikum og kundum.

Tá manning, førleikar og krøv skulu ganga upp

Í vinnum við kompleksari manning og strongum krøvum kann tað vera tíðarkrevjandi at tryggja, at røttu fólkini eru á røttum staði — við røttu førleikunum og galdandi prógvum.

Við KLINTRA | Crew Manager verða manningarplanlegging, aktivitetir, førleikar, prógv og compliance savnað í einari skipan. Tað gevur betri yvirlit, færri feilir og skjótari dokumentatión, tá myndugleikar ella kundar krevja tað.

Við Crew Manager kanst tú

1.
Planlegg manning og aktivitetir

Skráset aktivitetir dag fyri dag — fyri einstøk starvsfólk ella arbeiðsbólkar. Brúka egna arbeiðsætlanarsnið til ymisk arbeiðsstøð og starvsbólkar.

2.
Tryggja compliance

Váttað um manningin lýkur krøvini á ávísari dagfesting, og finn skjótt møgulig brek, áðrenn tey gerast ein trupulleiki.

3.
Umsit førleikar og prógv

Skráset persónsupplýsingar, størv, førleikar, prógv og skjalprógv. Fá yvirlit yvir galdandi prógv og møguligar útgongufreistir.

4.
Finn og útflyt dátur

Leita eftir fólki við ávísum førleikum, ger rapportir og útflyt yvirlit yvir eitt nú CV, kontaktupplýsingar, førleikar, arbeiðsdagar

Fyri fyritøkur, har manning og compliance eru kritisk

Crew Manager er serliga viðkomandi fyri fyritøkur og stovnar, sum arbeiða við kompleksari manning, skiftandi arbeiðsætlanum og dokumentatión av førleikum og krøvum.

Loysnin hóskar væl til eitt nú:
  • Sjóvinnu og offshore
  • Almennan flutning
  • Fyritøkur við vaktum og arbeiðstørnum
  • Vinnur við strongum myndugleikakrøvum
  • Feløg, sum skulu dokumentera førleikar mótvegis kundum
  • Arbeiðspláss við fleiri deildum, skipum ella arbeiðsstøðum
Spar tíð í planleggingini

Crew Manager ger tað lættari at planleggja manning, arbeiðstørn og aktivitetir — eisini tá nógv fólk, arbeiðsstøð og krøv skulu samskipast.

Prógva compliance eftir tørvi


Fá skjótt yvirlit yvir, um manningin lýkur galdandi krøv, og send rapportir ella førleikayvirlit til kundar og myndugleikar.

Minka um feilir

Tá førleikar, prógv, arbeiðsætlanir og skrásetingar eru savnað í einari skipan, verður lættari at arbeiða rætt og dagført.

Atgongd óheft av staði og tíð

Loysnin er web- og cloudgrundað, so viðkomandi brúkarar kunnu fáa atgongd til neyðugar upplýsingar, tá tørvur er á tí.

Roynt av fyritøkum við høgum krøvum til rakstur og dokumentatión

SSL brúkar Crew Manager til at fáa betri yvirlit yvir manning, førleikar og myndugleikakrøv. Skipanin gevur bæði starvsfólkum á landi og skiparum umborð atgongd til somu dagførdu dátur og ger kompleksa planlegging lættari.

Crew Manager varð ment í tøttum samstarvi við Skansi Offshore og hjálpir fyritøkuni at manna og vátta førleikar á ein tíðarsparandi hátt, samstundis sum dokumentatión til kundar og myndugleikar verður lættari.

Vilja tit síggja, hvussu Crew Manager kann hjálpa tykkum?

Ring til okkum á +298 898989 ella skriva til klintra@klintra.fo.